Hvat kanst tú klaga um

Børn og vaksin kunnu klaga til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur ella privatur myndugleiki ella stovnur ikki hevur borið seg rætt at móti einum barni.
 
Tú kanst ikki klaga um alt til umboðsmannin. Men tú kanst altíð venda tær til okkum, um tú hevur ein trupulleika. Um vit ikki sjálvi kunnu hjálpa tær, kunnu vit seta teg í samband við onkran annan, sum kann hjálpa.
 
Tú kanst til dømis klaga til umboðsmannin:
  • Um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa tær ella ikki ger nóg mikið fyri at hjálpa tær.
  • Um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av.
  • Um tú býrt hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tú verður skeivt viðfarin.
Tú kanst ikki klaga til umboðsmannin um:
  • Ein dóm
  • Ein handil
  • Tíni foreldur
  • Tínar vinir
Um tú hevur trupulleikar ella spurningar, sum umboðsmaðurin ikki kann hjálpa tær við, kanst tú ringja ella skriva til Tú og Eg Ráðgevingina.
 
Hvat er Tú og Eg Ráðgevingin?