Søgan um Barnanna umboðsmann

Tað hevur leingi verið upp á tal, at vit skulu hava ein óheftan stovn í Føroyum, sum skal ansa eftir, at rættindini hjá børnum verða vird.

Føroyar hava samtykt Barnarættindasáttmálan hjá ST og hava tí bundið seg til at arbeiða fyri at betra korini og rættindini hjá børnum. Í Barnarættindasáttmálanum stendur, at ein óheftur stovnur skal tryggja rættindini hjá børnum.
 
Í 2011 segði ST, at rættartrygdin og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum ikki vóru nóg góð. Tí gjørdi landsstýrið av at seta nøkur tiltøk í verk, sum skuldu tryggja, at órættur ikki verður gjørdur móti børnum í Føroyum.
 
Allir løgtingslimirnir vóru samdir um, at Løgtingsins umboðsmaður skuldi hava eftirlit við rættartrygdini hjá børnum og ungum. Umboðsmaður hevur longu frammanundan eftirlit við, at myndugleikarnir ikki vanrøkja sínar skyldur og gera nøkrum fólkum órætt. Hann viðger klagur frá fólki, sum halda, at ein myndugleiki hevur borið seg skeivt at móti teimum.
 
Løgtingið gjørdi av, at umboðsmaðurin skuldi hava loyvi at kanna bæði almennar og privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum.
 
Umboðsmaðurin byrjaði arbeiði sítt fyri rættindunum hjá børnum og ungum tann 1. oktober 2014.