Hvat ger umboðsmaðurin

Umboðsmaðurin ansar eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum og virða rættindi hjá teimum.

Umboðsmaðurin hevur fýra høvuðsuppgávur:

  • Vit viðgera klagur og taka ímóti spurningum, ið snúgva seg um børn. Klagurnar og spurningarnir kunnu vera frá bæði børnum og vaksnum.
  • Vit taka sjálvi mál upp, har illgruni er um, at børn ikki hava verið rætt viðfarin. Hetta kunnu til dømis vera mál, sum koma fram í fjølmiðlum. 
  • Vit vitja almennar og privatar stovnar, har sum børn eru. Tað kunnu eisini vera fosturfamiljur, sum hava meira enn eitt fosturbarn. Vit kanna, um stovnarnir halda allar lógir og reglur, og um børnini hava tað gott. 
  • Vit ansa eftir, at altjóða reglur um børn verða hildnar í Føroyum. Hesar reglur standa í Barnarættindasáttmálanum hjá ST.
Hvat kanst tú klaga um? 
Hvat stendur í Barnarættindasáttmálanum? (leinkja til Lesitilfar)