Hvar er umboðsmaðurin

Umboðsmaðurin hevur skrivstovu undir Bryggjubakka í Havn.
 
Fýra løgfrøðingar arbeiða hjá umboðsmanninum, sum taka ímóti klagum frá børnum og vaksnum um skeiva viðferð móti børnum.
 
Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkum ella koma inn á skrivstovuna at tosa við okkum.
 
Adressan hjá okkum er undir Bryggjubakka 11.
 
Telefonnummarið er 358500.
 
Teldupostadressan er bum@bum.fo
 
Um tú vilt senda okkum eitt bræv við postinum, kanst tú skriva til umboðsmannin, Postsmoga 2008, 110 Tórshavn.
 
Skrivstovan hjá okkum er opin hvønn gerandisdag frá kl. 10 til kl. 15.
 
Tú kanst koma inn at tosa við okkum, tá tú hevur hug. Tú kanst eisini ringja fyrst og avtala eina tíð til at tosa við onkran av okkum.