Hvussu kanst tú klaga

Um tú vilt klaga til umboðsmannin, kanst tú ringja til okkum, skriva eitt bræv ella ein teldupost ella koma inn á skrivstovuna.

 

Vit hava eisini gjørt eitt serligt oyðublað, sum tú kanst fylla út, um tú vilt klaga til okkum. Tað sært tú her.

 

Um tú vilt klaga um okkurt, sum stendur í einum brævi frá skúlanum ella einum øðrum myndugleika, so er tað gott, um tú sendir brævið saman við klaguni.

 

Tá vit hava fingið klaguna, vilja vit kanska spyrja teg um okkurt. Um tú vilt, at vit skulu kunna ringja til tín, kanst tú skriva eitt fartelefonnummar, sum vit kunnu ringja til.

 

Ring til okkum, um tú hevur spurningar um, hvussu tú kanst klaga.

 

 

 

Telefonnummarið hjá okkum er 358500.

 

Teldupostadressan er bum@bum.fo

 

Postadressan er:

 

Løgtingsins umboðsmaður

 

Postsmoga 2008

 

110 Tórshavn

 

 

 

Skrivstovan hjá okkum er Undir Bryggjubakka 11 í Havn. Vit hava opið hvønn gerandisdag frá kl. 10 til kl. 15. 

 

Klagar tú fyri eitt barn?