Klagar tú fyri eitt barn?

Umboðsmaðurin er fyri øll børn – eisini tey, ið ikki eru før fyri at klaga sjálvi. Sum vaksin ert tú vælkomin at klaga fyri eitt barn.
 
Tú kanst klaga við at fylla út og senda oyðublaðið her.
 
Tú kanst eisini senda okkum eitt bræv ella ein teldupost. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 358500.
 
Á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni – www.lum.fo - eru fleiri upplýsingar um
  • hvat tú kanst klaga um,
  • hvussu tú kanst klaga, og
  • hvussu vit viðgera tína klagu.