Hvat er Tú og Eg Ráðgevingin

Tú og Eg Ráðgevingin gevur børnum og ungum ráð og vegleiðing um allar møguligar trupulleikar og ivamál. Tað kunnu til dømis vera trupulleikar við kynslívi, heilsu, einsemi, sjálvskaðandi atferð og happing.
 
Tú kanst fáa samband við Tú og Eg Ráðgevingina við at ringja, skriva ella kjatta.
 
Telefonnummarið hjá Tú og Eg Ráðgevingini er 807010.
 
Tað kostar einki at ringja til Ráðgevingina. Tú skalt ikki siga, hvussu tú eitur, og ráðgevarnir síggja ikki telefonnummarið, sum tú ringir frá.
 
Tú kanst kjatta við Ráðgevingina á www.barnabati.fo.
 
Tú ert altíð dulnevnd/ur, tá tú kjattar við ráðgevar hjá Tú og Eg Ráðgevingini, og eingin annar sær kjattið.
 
Tú kanst ringja og kjatta beinleiðis við ráðgevar hjá Tú & Eg Ráðgevingini  hvørt mánakvøld og hóskvøld millum kl. 20 og kl. 22.
 
Tú kanst eisini senda ein teldupost til Tú og Eg Ráðgevingina. Tú skalt ikki siga, hvør tú ert, tá tú sendir teldupost til Tú og Eg Ráðgevingina, og tú fært eitt persónligt svar frá einum av ráðgevarunum.
 
Landsfelagsskapurin Barnabati  rekur Tú og Eg Ráðgevingina. Ráðgevingin er óheft av átrúnaðarligum og politiskum sjónarmiðum.
 
Ráðgevarnir hjá Tú og Eg Ráðgevingini eru allir sjálvbodnir og hava útbúgving og royndir, sum eru viðkomandi fyri trupulleikar, sum børn kunnu hava.
 
Les meira um Tú og Eg ráðgevingina her.