Vit goyma upplýsingar um teg

Tá tú skrivar ella ringir til okkum, skriva vit eitt skjal um teg, sum vit goyma í telduskipanini hjá okkum.
 
Vit skriva, hvussu tú eitur, og hvar tú býrt, og vit skriva eisini, hví tú hevur skrivað ella ringt til okkum.
 
Vit mugu skriva alt niður, sum børn og vaksin klaga til okkum um, tí vit skulu altíð kunna síggja, hvat tey hava sagt, og hvat vit hava gjørt við tað, sum tey hava klagað um.
 
Um vit skriva brøv til onnur um tína klagu, goyma vit eisini tað, sum vit skriva til tey, og tað, sum tey svara.
 
Tú hevur rætt til at vita, hvørjar upplýsingar vit hava goymt um teg. Tú hevur eisini rætt til at biðja okkum rætta ella strika upplýsingar um teg, sum tú heldur vera skeivar. Tað gera vit, um vit eru samd í tí, sum tú biður um.
 
Ring til okkum, um tú vilt vita meira um, hvørjar upplýsingar vit hava goymt um teg.