Lógin um umboðsmannin

Løgtingið samtykti tann 18. desember 2013 eina lóg, sum gevur Løgtingsins umboðsmanni ábyrgdina av at hava eftirlit við, at Føroyar halda tað, sum stendur í Barnasáttmálanum hjá Sameindar Tjóðir (ST) um at tryggja rættindini hjá børnum.
 
Lógin sigur, at Løgtingsins umboðsmaður skal virka sum óheft eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. Hann skal viðgera klagur um viðurskifti hjá børnum og sjálvur taka mál upp og vitja stovnar, har børn eru.
 
Lógin gevur umboðsmanninum loyvi til at kanna og vitja bæði almennar og privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum.
 
Lógin, sum áleggur Løgtingsins umboðsmanni at hava eftirlit við rættindum hjá børnum og ungum, kom í gildi 1. oktober 2014.
 
Lógin um Løgtingsins umboðsmann kann lesast her. (leinkja til  løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um løgtingsins umboðsmann, sum broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20. desember 2013)
 
Uppskotið til at broyta lógina um Løgtingsins umboðsmann við viðmerkingum frá løgtinginum kann lesast her