Tekur umboðsmaðurin mína klagu í álvara?

Vit taka altíð tína klagu í álvara og royna at hjálpa tær. Men tað er ikki vist, at vit kunnu svara tínum spurningum ella gera nakað við tína klagu.
 
Tað eru nøkur krøv í lógini um Løgtingsins umboðsmann, sum skulu verða uppfylt, um vit skulu viðgera tína klagu. Krøvini eru:
  • Tað má ikki vera meira enn eitt ár síðani, at tað, sum tú klagar um, er hent.
  • Um tað ber til at kæra eina avgerð, sum ein myndugleiki hevur tikið, til ein annan myndugleika, mást tú gera tað fyrst.
  • Tað, sum tú klagar um, má vera okkurt, sum umboðsmaðurin hevur loyvi at taka støðu til. Reglurnar í lógini um Løgtingsins umboðsmann gera av, hvørji mál umboðsmaðurin kann viðgera.
Um tú ivast í, um vit kunnu hjálpa tær við tí, sum tú ert ónøgd/ur við, skalt tú bara seta teg í samband við okkum kortini. Vit vilja gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa tær víðari við tínum spurningum.