Hvønn kann eg ringja til, um eg eri kedd/ur av onkrum?

Um tú ert kedd/ur av onkrum, sum er hent heima ella í skúlanum, og tú hevur brúk fyri at tosa við ein vaksnan um tað, so kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 807010.
 
Ráðgevar hjá Tú og Eg Ráðgevingini svara telefonini hvørt mánakvøld og hóskvøld millum kl. 20 og kl. 22.
 
Tú kanst eisini kjatta við ráðgevarnar ella senda teimum ein teldupost.
 
Tú skalt ikki siga, hvussu tú eitur, tá tú ringir ella skrivar til Tú og Eg Ráðgevingina.