Hvørjum kann umboðsmaðurin hjálpa mær við?

Her eru nøkur dømir um, hvat umboðsmaðurin kann hjálpa tær við:
 

  • Eg eri ónøgd/ur við eina avgerð hjá einum myndugleika 
Um ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av, kanst tú klaga til umboðsmannin.
           
Vit kunnu kanna, um myndugleikin hevur fylgt reglunum. Hevur hann ikki tað, kunnu vit biðja hann viðgera málið umaftur. Vit kunnu ikki gera av, hvat myndugleikin skal gera, men myndugleikar gera næstan altíð tað, sum vit biðja teir um.
           
Við hvørt ber til at kæra tað, sum ein myndugleiki  hevur avgjørt, til ein annan myndugleika.  Um tað ber til, kunnu vit hjálpa tær at senda kæruna til tann rætta myndugleikan.
 
 

  • Myndugleikin lurtar ikki eftir mær 
Um ein málsviðgeri hjá einum myndugleika ikki lurtar eftir tí, sum tú sigur, ella ikki skilir, hvat tú meinar, kanst tú ringja ella skriva til umboðsmannin. Vit kunnu skriva eitt bræv til málsviðgeran og greiða honum frá tí, sum tú  hevur sagt við okkum.
 
 

  • Mamma og pápi mín eru skild, og eg vil búgva hjá pápa mínum 
Vit kunnu ikki gera av, at tú skalt búgva hjá pápa tínum, men vit kunnu siga tær, hvat tú kanst gera fyri at sleppa at vera  hjá honum. Vit  kunnu eisini hjálpa tær at skriva eitt bræv til Ríkisumboðið, sum ger av, um børn skulu búgva hjá mammu síni ella pápa sínum.
 
 

  • Eg havi tað ikki gott hjá fosturfamiljuni 
Um tú ikki býrt hjá foreldrunum, men hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tey bera seg skeivt at móti tær, kanst tú klaga til umboðsmannin. Vit kunnu kanna, hvussu umstøðurnar eru, har sum tú býrt, og biðja stovnin ella fosturfamiljuna broyta tað, sum vit halda ikki er í lagi.