Siga tit fyri nøkrum, at eg havi ringt ella skrivað til tykkum?

Tað gera vit vanliga bara, um vit skulu gera meira við tað, sum tú ringir ella skrivar um. Um vit skulu tað, verða vit noydd at siga tað fyri teimum, sum hava foreldramyndugleika yvir tær.
 
Vit mugu eisini siga fyri teimum, sum tú klagar um, at tú hevur klagað. Vit skulu spyrja tey, hvat tey halda um tað, sum tú klagar um. 
 
Um tú sigur við okkum, at vit ikki skulu siga fyri nøkrum, at tú hevur klagað, so gera vit tað vanliga ikki. Men um tú klagar um okkurt, sum er ógvuliga álvarsligt, hava vit skyldu at siga Barnaverndini frá tí.
 
Um tú ikki vilt, at vit skulu siga fyri nøkrum, at tú hevur klagað, kunnu vit ikki hjálpa tær.