Hvat kann eg klaga um?

Tú kanst ikki klaga um alt til umboðsmannin. Men tú kanst altíð venda tær til okkum, um tú hevur ein trupulleika. Um vit ikki sjálvi kunnu hjálpa tær, kunnu vit seta teg í samband við onkran annan, ið kann hjálpa.
 
Tú kanst til dømis klaga til umboðsmannin:
  • Um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa tær ella ikki ger nóg mikið fyri at hjálpa tær.
  • Um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av.
  • Um tú býrt hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tú verður skeivt viðfarin.
Tú kanst ikki klaga til umboðsmannin um:
  • Ein dóm
  • Ein handil
  • Tíni foreldur
  • Tínar vinir