Hvussu kann eg klaga?

Tað eru fleiri ymiskir mátar, sum tú kanst klaga til umboðsmannin.
 
Tú kanst ringja til okkum á tlf. 358500.
 
Tú kanst senda ein teldupost til bum@bum.fo ella fylla út eitt oyðublað (leinkja til Oyðublað til klagur) á heimasíðuni hjá bum.fo, og senda tað við brævi til Løgtingsins umboðsmann, Postsmoga 2008, Tórshavn.
 
Tú kanst koma inn á skrivstovuna hjá okkum á Bryggjubakka 11 í Havn millum kl. 10 og kl. 15  hvønn gerandisdag.