Ársfrágreiðingin fyri 2019

29-06-2020


Ársfrágreiðing fyri 2019 

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2019 er í dag handað Løgtinginum.

Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur. Av teimum 72 klagunum, sum komu inn í 2019 vóru 59 endaliga avgreiddar innan 31. desember . Av hesum klagum endaðu 18 við áliti, 48 klagur endaðu við eini aðrari viðgerð enn áliti, meðan 11 klagur vórðu avvístar. 

Í hesi ársfrágreiðing kunnu lesast stuttar frásagnir um ymisk mál, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2019. Somuleiðis kunnu lesast fýra greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga. Evnini hesuferð eru:

  1. Barnsins rættur til umsorgan í fosturheimi og á stovni, 
  2. Vegleiðingarskyldan hjá almennum myndugleikum, 
  3. Skjalainnlit í dátugrunnar, og 
  4. Notatskyldan hjá almennum myndugleikum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Frágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðsmanni verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Sólja í Ólavsstovu

Løgtingins umboðsmaður

26. juni 2020

Ársfrágreiðingin kann lesast her



« Aftur