Barnanna umboðsmaður nýggja síðu
Barnanna umboðsmaður nýggja síðu

Sum ein liður í at kunna børn í Føroyum um Barnarættindasáttmálan og møguleikan hjá børnum at venda sær til Barnanna umboðsmann, er ein nýggj síða gjørd.
Vit hava roynt at gera ssíðuna spennandi fyri børn. Eisini er ætlanin at síðan kann nýtast til undirvísing av børnum í Barnarættindasáttmálanum.
Hanna Vang, Barnanna umboðsmaður, kemur fegin at vitja skúlar, dagstovnar og onnur støð har børn eru. Um tit hava hug til vitjan, so lat okkum endiliga frætta.