Hanna Vang er barnanna umboðsmaður
Hanna Vang er løgfrøðingur og av Føroya Løgtingið vald at vera Løgtingsins umboðsmaður og Barnanna umboðsmaður

Umboðsmaðurin ansar eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum og virða rættindi hjá teimum.
Umboðsmaðurin hevur fýra høvuðsuppgávur:
1. Vit viðgera klagur og taka ímóti spurningum, ið snúgva seg um børn. Klagurnar og spurningarnir kunnu vera frá bæði børnum og vaksnum.
2. Vit taka sjálvi mál upp, har illgruni er um, at børn ikki hava verið rætt viðfarin. Hetta kunnu til dømis vera mál, sum koma fram í fjølmiðlum.
3. Vit vitja almennar og privatar stovnar, har sum børn eru. Tað kunnu eisini vera fosturfamiljur, sum hava meira enn eitt fosturbarn. Vit kanna, um stovnarnir halda allar lógir og reglur, og um børnini hava tað gott.
4. Vit ansa eftir, at altjóða reglur um børn verða hildnar í Føroyum. Hesar reglur standa í Barnarættindasáttmálanum hjá ST.
Umboðsmaðurin hevur skrivstovu Undir Bryggjubakka 11 í Tórshavn.
Tú kanst ringja til okkum, skriva til okkum ella koma at vitja.
Løgtingið vil hava ein, sum kennir rættindi hjá børnum og dugir at viðgera klagur frá børnum
Tríggir løgfrøðingar og eitt skrivstovufólk arbeiða hjá umboðsmanninum.
Løgfrøðingarnir vita nógv um lógir og reglur.
Løgfrøðingarnir kunnu eisini spyrja onkran, sum veit nógv um trupulleikar hjá børnum og ungum, um teir hava brúk fyri at fáa meiri at vita.
Her eru nøkur dømir um, hvat umboðsmaðurin kann hjálpa tær við:
1. Eg eri ónøgd/ur við eina avgerð hjá einum myndugleika
Um ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av, kanst tú klaga til umboðsmannin.
Vit kunnu kanna, um myndugleikin hevur fylgt reglunum. Hevur hann ikki tað, kunnu vit biðja hann viðgera málið umaftur. Vit kunnu ikki gera av, hvat myndugleikin skal gera, men myndugleikar gera næstan altíð tað, sum vit biðja teir um.
Við hvørt ber til at kæra tað, sum ein myndugleiki hevur avgjørt, til ein annan myndugleika. Um tað ber til, kunnu vit hjálpa tær at senda kæruna til tann rætta myndugleikan.
2. Myndugleikin lurtar ikki eftir mær
Um ein málsviðgeri hjá einum myndugleika ikki lurtar eftir tí, sum tú sigur, ella ikki skilir, hvat tú meinar, kanst tú ringja ella skriva til umboðsmannin. Vit kunnu skriva eitt bræv til málsviðgeran og greiða honum frá tí, sum tú hevur sagt við okkum.
3. Mamma og pápi mín eru skild, og eg vil búgva hjá pápa mínum
Vit kunnu ikki gera av, at tú skalt búgva hjá pápa tínum, men vit kunnu siga tær, hvat tú kanst gera fyri at sleppa at vera hjá honum. Vit kunnu eisini hjálpa tær at skriva eitt bræv til Familjufyrisitingina, sum hjálpir foreldrum at gera av, um børn skulu búgva hjá mammu síni ella pápa sínum.
4. Eg havi tað ikki gott hjá fosturfamiljuni
Um tú ikki býrt hjá foreldrunum, men hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tey bera seg skeivt at móti tær, kanst tú klaga til umboðsmannin. Vit kunnu kanna, hvussu umstøðurnar eru, har sum tú býrt, og biðja stovnin ella fosturfamiljuna broyta tað, sum vit halda ikki er í lagi.