Vitjan í skúlanum á Húsum

Vitjan í skúlanum á Húsum

Tann 28. apríl var umboðsmaðurin boðin at vitja skúlan á Húsum á Kallsoynni at greiða frá um barnarættindi.

Í skúlanum eru 2 næmingar og lærari teirra. Komandi skúlaár vera tey væntandi nøkur afturat.

Veðrið var av tí allarfagrasta og umboðsmaðurin fekk ein stak upplivingarríkan dag, har høvi var at síggja spæliplássi í ánni uttanfyri skúlan og fittu høsnini hjá næmingunum.

Umboðsmaðurin hevði tikið taskur við mynd av nýggju heimasíðuni við næmingarnar og lærarar.

Næmingarnir høvdu eina sera forkunnuga gávu til umboðsmannin, sum var egg frá teirra egnum høsnum. Umboðsmaðurin takkar fyri ein avbera góðan og áhugaverdan dag í skúlanum á Húsum.